
Mikudagin 22. oktober klokkan 17 verða Virðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri 2025 handaðar í Müllers Pakkhúsi.
Virðislønirnar eru:
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir
M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir
M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik
Tórshavnar kamarkór, sum verður 40 ár í ár, syngur, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, bjóðar vælkomin.
Elsa Berg, borgarstjóri, handar virðislønirnar.
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens varð fyrstu ferð latin í 1958.
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald