Innanlands

Lús, grundvatn og heimspolitikkur á Sørvágs Bókasavni í kvøld

Sum vant eru trý evni á breddanum til "Vísindavøka á ferð". Byrjað verður klokkan 19 í kvøld

Tór Marni Weihe frá Fróðskaparsetrinum fer at tosa undir aktuella evninum

Tór Marni Weihe frá Fróðskaparsetrinum fer at tosa undir aktuella evninum "At sigla millum skerini í heimspolitikki"

2025-09-17 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vísindavøkan er í hesum døgum á ferð kring landið. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september.

Í gjár var Vísindavøkan á Klaksvíkar Bókasavni - í kvøld verður hon á bókasavninum í Sørvági.

[object Object]
Bókasavnið í Sørvági 

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Mikukvøldið 17. september fara Óluva Reginsdóttir Eidesgaard, Ása Johannesen og Tór Marni Weihe at tosa um trý heilt ymisk evni.

Skrá 17. september í Sørvági:
Kanningar av føroyska grundvatninum
Óluva Reginsdóttir Eidesgaard, Jarðfeingi

Hvussu skjótt sodnast ein lús?
Ása Johannesen, Firum

At sigla millum skerini í heimspolitikki
Tór Marni Weihe, Fróðskaparsetrið

Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.

Øll skráin fyri Vísindavøka á ferð sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder