Innanlands

Løwe á framsóknarlistan

Hon sat á tingi fyri Tjóðveldi frá 2019 til 2022, men stillaði ikki upp til seinasta val

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-03 17:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framsókn kunnger í kvøld, at Beinta Løwe verður á teirra listan á løgtingsvalinum 26. mars.

Beinta Løwe arbeiddi sum journalistur í nógv ár, og var í fleiri ár vertur í Degi og viku. Í 2019 kom hon á ting fyri Tjóðveldi og sat til valið í 2022 tá hon gavst í politikki. Síðan hevur hon skrivað bøkur og verið politiskur viðmerkjari.

Fyri tveimum mánaðum síðani byrjaði Beinta Løwe í fulltrúarstarvi hjá nýstovnaða Brekumboðnum.

Hon fekk 301 atkvøður á valinum í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder