 
                
            Leygardagin 25. oktober vórðu tveir mans handtiknir í sambandi við ránið í franska Louvre-savninum 19. oktober, og mikudagin vórðu fimm persónar afturat handtiknir í málinum, upplýsir franska ákæruvaldið.
Upplýst verður, at handtøkurnar eru framdar ymsastaðni í París.
Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri ránið í Louvre
Ein av teimum handtiknu er undir illgruna fyri at hava luttikið í sjálvt ráninum, og hinir kunnu hjálpa løgregluni við at uppklára málið, verður sagt sambært The Guardian.
Áður er boðað frá, at løgreglan arbeiðir útfrá einum ástøði um, at ein størri bólkur av brotsmonnum kann standa aftanfyri ránið.
Tað var 19. oktober, at fýra tjóvar á aljósum degi fóru inn á heimskenda listasavnið, har teir stjólu prýðislutir úr tveimum glasskápum.
Tilsamans átta lutir vórðu stolnir, og teir verða mettir at hava eitt samanlagt virði á umleið 88 milliónir evrur - umleið 650 milliónir krónur.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald