Innanlands

Longu fitt av vindi

Uppi í hæddunum eru hvirlurnar um 30 m/s

(Savnsmynd: Jn.fo)

(Savnsmynd: Jn.fo)

2025-12-09 17:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hann sigur frá vaksandi vindi nú seint seinnapartin og í alt kvøld. Og longu nú er fitt av vindi í fleiri støðum, serliga uppi í hæddunum.

Vindmátararnir hjá Landsverki máldu upp í 32 m/s í hvirlunum á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum, og upp í 28 m/s á Høgareyni.

Hetta er í hvirlunum. Jari í Hjøllum, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya segði við FM1 á middegi, at um 18 tíðina var miðalvindstyrkin í Suðuroynni komin upp á umleið 20 m/s, og út á kvøldið fór hetta at vera galdandi fyri alt Føroyar.

Mesti vindurin verður um midnáttarleitið, og tað heldur fram til umleið klokkan 3 í nátt.

Síggj feskastu veðurforsøgnina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder