Innanlands

Loksins er avtala um løn undir útbúgving uppá pláss

Serstaka avtalan ásetur millum annað, at starvsfólk við útbúgvingarsáttmála verða lønt við 50 prosentum av byrjanarlønini

- Í dag, 30. oktober 2025 er serstøk avtala um løn undir útbúgving loksins avtala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og tey trý fakfeløgini - Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag (Mynd: kaf.fo)

- Í dag, 30. oktober 2025 er serstøk avtala um løn undir útbúgving loksins avtala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og tey trý fakfeløgini - Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag (Mynd: kaf.fo)

2025-10-30 15:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løn undir útbúgving hevur verið á breddanum nakarar ferðir seinasta árið. Uppskotið um hetta varð samtykt í ár, men lógin kom ikki í gildi sum ætlað eftir summarferiuna.

Hetta var tí, at avtala ikki varð fingin í lag millum fakfeløg og Kommunala Arbeiðarafelagi um lønarkarmarnar.

Farið var undir samráðingarnar aftur í seinnu hálvu av august. Tað hevur ikki verið ein smidlig tilgongd, men fyri løtu síðani kundi Kommunala Arbeiðgevarafelagið kunna um, at ein serstøk avtala um løn undir útbúgving loksins er undirskrivað.

- Í dag, 30. oktober 2025 er serstøk avtala um løn undir útbúgving loksins avtala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og tey trý fakfeløgini - Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

KAF kunnar um, at serstaka avtalan ásetur millum annað, at starvsfólk við útbúgvingarsáttmála verða lønt við 50 prosentum av byrjanarlønini. Hetta fyri ávikavist útlærdar heilsuhjálparar, heilsurøktarar ella námsfrøðiligar hjálparar.

Eisini eru ásetingar um gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð, eftirløn, frítíð og barsil partur av avtaluni.

Ætlanin við avtaluni er, at fólk undir útbúgving lættari kunnu fáa endarnar at røkka væl og virðiliga saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder