Innanlands

Løkke sigur jatakk um hann fær bjóðað forsætisráðið

Men sjálvur trýr hann ikki upp á møguleikan

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-10-18 08:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um leiðarin fyri flokkin Moderaterne, Lars Løkke Rasmussen, eftir fólkatingsvalið verður bjóðaður forsætisráðharrasessin, so fer hann at siga ja, men hann trýr ikki uppá, at tað fer at henda.

Tað skrivar danska TV2.

- Tað vildi verið løgið, um nakar floksleiðari fór at siga nei, um tey fingu møguleikan. Men tað er ikki nakað, vit arbeiða fyri, ella hava nakrar ætlanir um, sigur Lars Løkke Rasmussen við sónvarpsstøðina.

Lars Løkke Rasmussen sat sum forsætisráðharri, umboðandi vinstraflokkin, frá 2009 til 2011 og aftur frá 2015 til 2019

Les eisini: - Tað snýr seg ikki um forsætisráðharrasessin  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder