Innanlands

Lok lagt á tilburðin í Fuglafirði

Einasta, sum verður sagt av politistøðini er, at arbeitt verður við málinum, og at avtalan er, at einki verður sagt fyri almenninginum fyrr enn nakað ítøkiligt er at fortelja

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2026-08-12 17:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Onki fæst at vita frá løgregluni um hendingina í gjárkvøldið, tá ein persónur var funnin uttan fyri ein bústað á Bøvegi í Fuglafirði.

Einasta, sum verður sagt av politistøðini er, at arbeitt verður við málinum, og at avtalan er, at einki verður sagt fyri almenninginum fyrr enn nakað ítøkiligt er at fortelja.

Tí fáa vit einki at vita um deyða persónin, um hvussu hann er deyður ella hví løgreglan hevur lagt lok á málið.

Vit kunnu bara staðfesta, at talan er um eina álvarliga hending. Tað er kanningardeildin hjá løgregluni – kriminalpolitiið – sum tekur sær av málinum, og vit kunnu bara gita, at illgruni er um eitt álvarsligt brotsverk er framt.

Longu í gjárkvøldið kundu vit skriva, at talan er um ein ungan mann, sum er deyður. Hetta er tó ikki váttað av løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder