Innanlands

Løgtingsval verður útskrivað á ólavsøku

Løgmaður sigur við Sosialin í kvøld at løgtingsvalið verður 31. august

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-07 20:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samgongan fer helst at sita alt valskeiðið út. Tað er greitt í kvøld, nú løgmaður hevur sagt við Sosialin, at løgtingsval verður útskrivað á ólavsøku at vera leygadagin 31. august.

– Hevði valskeiðið vart eitt hálvt ella heilt ár longur, so hevði eg helst havt skrivað út val nú. Men nú er so stutt eftir, at eg havi valt at skriva valið út á olavsøku at vera leygardagin 31.august. Eg haldi ikki, at tað er orsøk til at halda tað loyniligt, nær valið verður, sigur løgmaður við Sosialin.

Valið kundi verið 1. september, men tá er sunnudagur, og tá er ikki loyvt at hava løgtingsval.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder