Stutt eftir at Ingilín Didriksen Strøm boðaði frá, at hon tekur ein steðg frá politikki, gjørdi næstvalda á Tjóðveldislistanum greitt, at hann hon heldur ikki stillar upp.
Fyri Bjørt Samuelsen er tað eitt endaligt farvæl til politikk. Hetta boðar havnarkvinnan frá á sínum Facebook-vanga:
- Árini leggjast skjótt afturat, og skal eg ganga aðra leið, so er løtan nú.Tað hevur verið ein heiður at vera tingkvinna í so mong ár, og ikki minni at røkja sessin sum løgtingsforkvinna hesa seinastu setuna, skrivar Bjørt Samuelsen.
60-ára gamli tjóðveldiskvinnan hevur verið í politikki í nærum tjúgu ár, og hevur hon verið ein stórur politiskur profilur. Hetta tingskeiðið hevur hon verið løgtingsforkvinna.
Áður arbeiddi Bjørt Samuelsen sum millum annað fjølmiðlafólk og undirvísari.
Nú takkar hon Bjørt fyri seg, og harvið liggja á pappírinum 759 atkvøður frá 2022 leysar:
Sí eisini: Nógvar atkvøður ganga leysar
![]()
Tær báðar kvinnurnar við næstflest og triðflest atkvøðum á løgtingsvalinum í 2022 stilla ikki upp aftur (Mynd : Jens Kr. Vang)
Les alla frágreiðingina hjá Bjørt Samuelsen her:
Takk fyri álitið
Eftir 18 ár sum tingkvinna havi eg tikið avgerð um at taka meg úr politikki. Árini leggjast skjótt afturat, og skal eg ganga aðra leið, so er løtan nú.
Tað hevur verið ein heiður at vera tingkvinna í so mong ár, og ikki minni at røkja sessin sum løgtingsforkvinna hesa seinastu setuna.
Av insta hjarta takki eg tykkum, sum líka síðani eg fyrstu ferð stillaði upp fyri Tjóðveldi til fólkatingsvalið í 2007 og til løgtingsvalið í 2008, hava valt meg sum tykkara umboð. Eri serliga errin av, at stuðulin er komin úr øllum heraðshornum í landinum. Takk fyri tað
Til mínar mongu politisku starvsfelagar gjøgnum árinini: Takk fyri kjakini og samstarvið tvørturum floksmørk. Takk fyri tey mongu felags tøkini og tey nógvu málini, sum rokkin eru. Takk fyri óteljandi læruríkar og góðar løtur. Serstakt klemm til tykkum, sum vardu og stuðlaðu, tá hart leikaði á
Til starvsfólkini í Løgtinginum, sum hvønn einasta dag samvitskufult tæna fólkaræðinum og teimum fólkavaldu. Tit eru einastandandi. Eingin kann ynskja sær meira samvitskufull og dugnalig starvsfólk. Takk fyri hesi góðu trý árini.
Tjóðveldi og øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt tæna flokkinum, takki eg fyri álitið at umboða flokkin hetta drúgva skeið
Framum øll má eg takka míni nærmastu familju og vinum, sum hava verið trúgv sum trøllið, og altíð standa við mína lið. Tó at avgerðin at biðja politikki farvæl ikki hevur verið løtt at taka, so kennist hon røtt og neyðug.
Gleði meg at royna ótroyttar gøtur, ella at taka táttin uppaftur, har eg slepti, tá eg nokkso brádliga valdi at gerast politikari. At mær skuldi unnast so mong ár sum fólkavald í Løgtinginum, hevði eg ikki droymt um. Eri inniliga takksom.
At enda fari eg at ynskja tykkum, sum nú bjóða tykkum fram fyri fólkið: bestu eydnu og blíðan byr. Einki hevur størri týdning enn at verja dýrmæta fólkaræði okkara. Uttan mun til um tit røkka inn um tinggáttina ella ei, so taka tit eitt týðandi tak fyri fólkaræðið.
Gangist tykkum øllum og elskaða landi okkara væl!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald