Innanlands

Løgtingsforkvinnan hitti formannin í Inatsisartut og forseta Althingsins

Hetta í samband við at tey vóru boðin við til hátíðarhaldið fyri 40-ára stovningardagin hjá Útnorðurráðnum. Ársfundur er í Ilulissat - Løgtingið verður vertur næsta ár

Tey trý forfólkini úr Íslandi, Grønlandi, og Føroyum, nýttu høvi at tosa um felags viðurskifti og tørvin á at standa saman sum parlament í útnorði (Mynd: logting.fo)

Tey trý forfólkini úr Íslandi, Grønlandi, og Føroyum, nýttu høvi at tosa um felags viðurskifti og tørvin á at standa saman sum parlament í útnorði (Mynd: logting.fo)

2025-08-20 15:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Forfólkini í teimum trimum tingunum í útnorði hittust mánadagin í Ilulissat. Hetta í samband við at tey vóru boðin við til hátíðarhaldið fyri 40-ára stovningardagin hjá Útnorðurráðnum. 

Talan er um Kim Kielsen, formaður Inatsisartut, Tórunn Sveinbjarnardóttir, forkvinna Althingsins og Bjørt Samuelsen, forkvinna Løgtingsins. Tey sóust í gjár við serstakari bakgrund í Grønlandi.

Løgtingið skrivar á heimasíðu sínari, at tey trý forfólkini úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum, nýttu høvi at tosa um felags viðurskifti og tørvin á at standa saman sum parlament í útnorði. 

Í samband við 41. ársfundin hjá Útnorðurráðnum hava tey trý havt hvør sína røðu um javnstøðuviðurskifti í samfeløgunum í útnorði, sum var fyrsta kjakevni á fundinum. 


Bjørt Samuelsen (Mynd: logting.fo)

- Tingforfólkini eru samd um, at halda fram við at menna góða samstarvið millum parlamentini í teimum trimum londunum. Í hesum sambandi er avtalað, at tingforfólkini taka upp aftur siðvenjuna at hittast til ein árligan fund at umrøða felags viðurskifti og áhugamál.

Londini skiftast um at vera vertur fyri fundunum. Fyrsta fundin í komandi ári verður Løgtingið vertur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder