Innanlands

Løgtingið kemur saman í dag

Sjey mál eru á skránni

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2019-02-06 10:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgtingið kemur saman nú klokkan 11. Á skránni eru sjey mál umframt framløgur.

Av teimum sjey málunum eru tríggjar 2. Viðgerðir. Restin eru 1. viðgerðir.

Nøkur av málunum dag eru góðkenning av landsrokniskapinum fyri fíggjarárið 2017, uppskot til varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk, útgjaldið úr Samhaldsfasta skal verða skattafrítt og uppskot um at seta í gildi almennan minningardag um Holocaust.

Skráin er hendan:

1.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 68/2018: Uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2017

2.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin)

3.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt)

4.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 88/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Leingja freist til 31. desember 2020)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

5.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betrað brøkpensjón, frítøka, gjøld og panting)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

6.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráðfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)
Málið verður beint í Rættarnevndina

7.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 92/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp
Málið beint í Mentannarnevndina

8.    Framløga

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder