Hósdagin 8. januar 2026 vóru Rættarnevndin og umboð fyri Familju- og heilsunevndina í Inatsisartut, eins og landsstýriskvinnan í lógarmálum í Grønlandi, á vitjan hjá Rættarnevnd Løgtingsins.
Í Grønlandi eru tey í løtuni í holt við fyrireikandi arbeiði at yvirtaka málsøkið kriminalretten.
Í hesum sambandi eru umboð í Føroyum at kunna seg um royndirnar, ið vit hava gjørt okkum, í samband við okkara yvirtøku av málsøkinum revsirættur.
Helgi Abrahamsen, næstformaður í Rættarnevndini, bjóðaði vælkomin og greiddi síðani frá føroysku tilgongdini at yvirtaka málsøkið revsirættur. Málsøkið varð yvirtikið í 2010, og fingu føroysku myndugleikarnir við yvirtøkuni lóggávuvald og útinnandi vald á málsøkinum. Næstformaðurin greiddi harumframt frá arbeiðinum at dagføra og føroyska revsilógina, sum byrjaði í 2016 og varð liðugt í 2023.
Umframt Løgtingið vitja grønlendsku umboðini eisini løgmann, Kriminalforsorgina og Føroya Rætt.
Ferðalagið fer av landinum aftur seinnapartin í morgin.
Løgtingsins Rættarnevnd saman við Rættarnevndini og umboðum fyri Familju- og heilsunevndina í Inatsisartut, og landsstýriskvinnan í lógarmálum í Naalakkersuisut
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald