Innanlands

Løgreglufólk sligið undir handtøku

Tá løgreglan í nátt royndi at handtaka ein mann fyri brot á skilhaldsreglurnar, endaði tað við fleiri skuldsetingum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-14 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur skrásett tvey mál um brot á skilhaldsreglurnar í náttarlívinum.

Í eina førinum endaði tað tó við fleiri skuldsetingum móti einum manni. Hann vildi ikki handtakast, og vildi ikki siga, hvør hann var. Hann royndi at renna undan løgregluni, og endaði hann við at sláa eitt løgreglufólk.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan vil hava hann varðhaldsfongslaðan, og verður hann væntandi framstillaður í rættinum seinnapartin.

Talan er um ein útlending, og løgreglan vil m.a. kanna, um hann hevur loyvi at vera í Føroyum og vil tryggja sær, at hann ikki rýmir av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder