Innanlands

Løgreglufólk í stórum tali í Fuglafirði

Løgreglan vil ikki siga nakað um málið í kvøld, men kemur við einum skrivi til miðlarnar í morgin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-11 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðan seinnapartin í dag hevur løgreglan verið til staðar á Bøvegi í Fuglafirði til eina hending. Hvat skal vera hent, vil løgreglan ikki siga nakað um í kvøld.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttar í kvøld, at tey eru til staðar í Fuglafirði, men í samráð við kriminaldeildina er avrátt, at ikki úttala seg um nakað fyrr enn í morgin tá eitt skriv verður sent út.

Sum skilst skal ein ungur persónur vera funnin deyður.

Úr Fuglafirði frætta vit, at løgreglan er á varðhaldi uttan fyri eini hús. Alvápnað løgreglufólk, hundar og dronur hava eisini verið við í atsóknini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder