2026-03-20 13:10
Nú boðað verður frá nógvum vindi komandi dagarnar, hevur løgreglan sent út eina ávaring, har heitt verður á borgarar og fyritøkur um at taka neyðug atlit hesum viðvíkjandi.
- Minnist til at tryggja trampolinir, havamøblar, byggitilfar og annað, sum liggur leyst uttanfyri – og ruddið burtur órudd, sum kann fara við vindinum, ljóðar áheitanin frá løgregluni.
Hoyr Turið Laksá greiða frá veðurstøðuni í middagstíðindunum á FM1: Tað verður vár-illveður sunnudagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald