
Hetta vikuskiftið hevur løgreglan verið til staðar í sambandi við G! Festivalin í Gøtu, og løgreglan er framvegis á staðnum.
Tað kemur ofta fyri, at fólk ringja til løgregluna fyri at spyrja, um tey kunnu sleppa at blása í alkometrið fyri at kanna, um tey eru før fyri at koyra til hús, og í dag ætlar løgreglan í tríggjar tímar at standa við bussteðgiplássið við kampingøkið, so fólk, sum hava tørv á hesum, kunnu kanna, um tey eru koyrifør.
Hetta verður eftir ætlan gjørt frá klokkan 9.30 til 10.30, 12.30 til 13.30, og 15.30 til 16.30.
Meginreglan er, at hevur tú drukkið, so eigur tú ikki at koyra bil dagin eftir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, men hevur tú ikki drukkið nógv, og ivast tú í, um tú ert førur fyri at koyra, so ber til at kanna hetta í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald