Innanlands

Løgreglan selur seglbát sum var brúktur til rúsevnasmugling

Seglbáturin av merkinum Jouet var tikin í sambandi við stórt rúsevnamál í fjør

(Mynd: Føroya Politi)

(Mynd: Føroya Politi)

2025-08-21 11:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan selur nú seglbát sum varð tikin í sambandi við stórt rúsevnamál í fjør.

Tað var síðst í august í fjør, at fimm fólk løgdu at úti á Bakka í Havn og vóru handtikin. Løgreglan var væl mannað.

Báturin var skrásettur í Kolding.

Í sølulýsingini, sum løgreglan hevur lagt út á Facebook, stendur at báturin er óruddiligur og verður seldur í tí standi, sum hann liggur.

[object Object](Mynd: Føroya Politi)

Longdin á bátinum er 37 føtur og seglbáturin, sum er av merkinum Jouet er frá 1979.

Minsta boðið er 100.000 krónur.

Tað er ikki møguligt at royndarsiglabátin og tað er heldur ikki gjørligt at fáa at vita, hvat onnur hava bjóðað uppá hann, sigur løgreglan.

Báturin liggur í Álakeri, brúgv 4, pláss nummar 40. Freistin at koma við einum boði er týsdagin klokkan 9.

Les eisini: Fýra fólk dømd í stóra rúsevnamálinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder