
Seinastu vikuna eru trý ferðafólk horvin í økinum við Trælanípuna og Bøsdalafoss í Vágum, og løgreglan er nú givin at leita eftir øllum trimum.
Talan var um meksikanska mannin Pedro Enrique Moreno Hentz og suðurkoreansku kvinnurnar, Soo Jung Park og Soo Yeon Park.
68 ára gamli Pedro Enrique Moreno Hentz varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Havn fyrrapartin mikudagin 3. september. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag. Seinnapartin hósdagin 4. september varð ryggsekkur hansara funnin í Mykinesfirði.
Pedro Enrique Moreno Hentz (Mynd: Føroya Politi/Facebook)
Sunnudagin boðaði løgreglan frá, at tey vóru givin at leita eftir meksikanska manninum, og seinnapartin í gjár boðaði løgreglan frá, at leitingin eftir suðurkoreansku kvinnunum eisini er steðgað.
Hóast leitingin er steðgað vil løgreglan tó framvegis frætta frá fólki, sum hava verið í sambandi við kvinnurnar, sum vórðu seinast sæddar í Miðvági týsdagin 2. september á leið klokkan 16.45. Seinastu telefonupplýsingarnar hjá teimum staðseta tær í økinum nærhendis Trælanípuni/Bøsdalafossi sama dag klokkan 20.46.
Til ber at venda sær til løgregluna á tlf. 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald