Innanlands

Løgreglan: Norðoyastevnan hevur verið friðarlig

Tveir persónar vórðu í nátt handtiknir fyri brot á skilhaldsreglurnar, men annars hevur verið stak friðarligt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-01 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hevur Norðoyastevna verið í Klaksvík, men hon hevur verið stak friðarlig, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Løgreglan hevur verið til staðar í náttarlívinum, bæði í høvuðsstaðnum og í norðurøkinum, og sum heild hevur verið friðarligt.

Tó handtók løgreglan tveir persónar, sum vórðu ólátaðir í náttarlívinum. Ein varð tikin uttanfyri eitt skeinkistað í Havnini seint í gjárkvøldið, og ein varð tikin uttanfyri eitt skeinkistað í Klaksvík í nátt, eftir at skeinkistøðini lótu aftur.

Teir fingu báðir eina bót á 1.500 krónur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder