Innanlands

Løgreglan leitar eftir meksikanara í Føroyum

Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið mikudagin. Ryggsekkur hansara er funnin í Mykinesfirði í dag

(Mynd: Føroya Politi)

(Mynd: Føroya Politi)

2025-09-04 22:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Politi leitar í løtuni eftir 68 ára gamla meksikanaranum, Pedro Enrique Moreno Hentz.

Hann varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Tórshavn fyrrapartin 3. september 2025. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag, sigur løgreglan.

Seinnapartin í dag (4. september 2025) varð ryggsekkur hansara funnin í Mykinesfirði.

Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Pedro, kann ringjast á tlf. 351448.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder