Innanlands

Løgreglan kannar fýrverkssølu

Í gjár fekk eitt sølustað boð um at lata aftur, tí viðurskiftini vóru ikki í lagi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-29 07:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum ber til at keypa fýrverk til nýggjárið, og í hesum sambandi hevur løgreglan verið úti saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og kannað, um sølustøðini hava viðurskiftini í ordan.

Í gjár var eitt sølustað, sum fekk boð um at lata aftur, tí viðurskiftini vóru ikki í lagi.

Sølustaðið varð kunnað um, at tá viðurskiftini eru komin í rættlag, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið kunnast, og so verður kannað, um tað kann lata uppaftur.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at fleiri kanningar verða gjørdar av fýrverkssølum kring landið í dag. Kannað verður m.a., hvussu fýrverkið verður goymt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder