Innanlands

Løgreglan í løtuni úti til hending í Sørvági

Heitt verður á óviðkomandi um at halda seg burtur frá økinum. Løgreglan hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-20 15:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 17:48: Løgreglan pakkað saman í Sørvági

Løgreglan er í løtuni úti til eina hending í Sørvági, og óviðkomandi verða biðin um at halda seg burtur frá økinum, verður fráboðað.

Einki verður sagt um hvar í Sørvági hetta er, ella hvat skal vera hent.

Sum skilst er løgreglan væl mannað.

Løgreglan hevur ongar viðmerkingar til hendingina í løtuni, men nærri kunning kemur seinni, sigur Føroya Politi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder