Innanlands

Løgreglan í Føroyum verður styrkt við fleiri fólkum og útgerð

Sambandsflokkurin á Fólkatingið vísir á at teirra útspæl nú hevur givið úrslit

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-19 09:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska løgmálaráðið kunngjørdi í gjár, at danska stjórnin hevur gjørt av at styrkja løgverjuøkið í Grønlandi og Føroyum við tilsamans einari milliard krónum í árunum 2026 til 2030, harav tær 850 milliónirnar fara til Grønlands.

Uppraðfestin merkir, at fleiri økir verða styrkt, sum merkir at fýra ársverk koma afturat hjá politinum í Føroyum.

Sambandsflokkurin stórfegnast

Sambandsflokkurin á fólkatingi stórfegnast um avgerðina. Í tíðindaskrivi í dag skrivar Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, millum annað:

- Hetta eru góð tíðindi, ið fara at føra við sær einar tryggari Føroyar, umframt betri arbeiðsumstøður hjá øllum teimum, ið arbeiða innan rættarøkið.

- Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur í fleiri ár arbeitt fyri, og strongt á donsku stjórnina, at batar skulu gerast innan økið.

[object Object]
Anna Falkenberg (Mynd: Sambandsflokkurin á Fólkatingi)

Anna Falkenberg vísir á, at avgerðin merkir, at Føroya Politi fær nýggja útgerð, ið millum annað styrkir um maritima kapasitetin. Harafturat fær Føroya Politi fýra ársverk, ið skulu verja sárbær offur og stuðla uppundir fyribyrgjandi- og kanningararbeiðið innan KT-kriminalitet.

Umframt hetta verður betrað um KT-økið hjá Føroya Politi og økt um lutin hjá PET í Føroyum. Ákæruvaldið verður raðfest við tveimum royndum ákærum. Føroya Rættur fær sítt KT-økið raðfest, soleiðis at tað er javnstillað við KT-virksemið hjá donsku dómstólunum.

- Eftir mínum tykki hevur rættarøkið verið afturúrsiglt í ov langa tíð. Tað er tískil gleðiligt, at okkara samstarv við stjórnina hevur givið úrslit.

Stutt fyri summarfrítíðina gav Sambandsflokkurin á Fólkatingi út eitt politiskt útspæl, sum tók útgangsstøði í viðurskiftunum hjá Føroya Politi og akæruvaldinum.

- Endamálið við útspælinum var at varpa ljós á tær avbjóðingarnar, ið rættarøkið í Føroyum hevur, umframt at vísa á loysnir. Útspælið og áheitanirnar til donsku stjórnina tykjast ikki at hava verið fyri deyvum oyrum, tí við fráboðanini í dag er greitt, at samstarv slóðar fyri framgongd, skrivar Anna Falkenberg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder