Innanlands

Løgreglan havt úr at gera í nátt

Løgreglan fekk so nógvar fráboðanir um fólk, sum høvdu fingið ov nógv niðurum, at hon hevði ikki stundir at taka sær av øllum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-23 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta er tíðin við nógvum jólaborðhaldum, og tað merkja tey hjá løgregluni.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at løgreglan hevur havt úr at gera við at hjálpa fólki, sum høvdu fingið ov nógv niðurum í nátt.

Løgreglan hevur koyrt fleiri fólk heim og hjálpt fleiri á føtur aftur, men tað komu so nógvar fráboðanir, at løgreglan hevði ikki stundir at taka sær av øllum, og vórðu fráboðarar tí vegleiddir um, hvussu teir skuldu taka sær av teimum.

– Tað eru nú jólaborðhaldini eru, so tað er ikki løgið, at tað er nógv at gera, sigur vaktleiðarin.

Hann greiðir frá, at løgreglan í nátt hevur skrásett fleiri mál í náttarlívinum um fólk, sum hava verið til ampa.

Ein er skuldsettur fyri ikki at vilja siga løgregluni, hvør hann er, sum mann annars hevur skyldu til at gera, tá løgreglan spyr. Ein annar varð skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, og hann endaði við at liggja á støðini í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder