Innanlands

Løgreglan: Einki revsivert farið fram í Fuglafirði

Løgreglan er liðug at kanna hendingina í Fuglafirði týsdagin, har ein ungur maður varð funnin lívleysur.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-15 09:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur gjørt umfatandi kanningar, eftir at ein ungur maður varð funnin lívleysur í Fuglafirði týsdagin, og niðurstøðan er, at einki illgrunasamt ella revsivert er farið fram.

Tað eru stuttu boðini frá løgregluni í morgun.

Løgreglan hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder