Innanlands

Løgreglan ávarar um følsk SMS-boð

“Tín konta verður steðgað um 24t. Dagfør tínar gjaldsupplýsingar nú” stendur í SMS-boðunum frá onkrum, sum gevur seg út fyri at vera Netflix

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-16 08:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru følsk SMS-boð aftur í umferð í Føroyum, hesa ferð frá onkrum, sum gevur seg út fyri at vera stroymingartænastan Netflix.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan í gjár fekk tvær fráboðanir frá fólki um hesi SMS-boðini, og tann eini persónurin hevði ikki Netflix-hald.

Í boðunum, sum skulu eitast at vera frá Netflix, stendur; “Tín konta verður steðgað um 24t. Dagfør tínar gjaldsupplýsingar nú”.

Síðani er eitt leinki, og heitt verður á fólk um Ikki at trýsta á tað, tí talan er um eitt sonevnt phishing-álop, har roynt verður at fáa gjaldsupplýsingar frá fólki.

Nummarið, sum SMS-boðini eru frá, er eitt nummar úr Eysturríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder