Innanlands

Løgreglan arbeiðir við innbrotsmáli

Arbeitt verður við málinum og tí er avmarkað, hvat fæst at vita

2021-07-21 16:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur í allan dag arbeitt við einum máli, har tjóvur ella tjóvar hava brotið inn í ein handil í Havn.

Á politistøðini eru tey ógvuliga varin við at lata upplýsingar um málið fyri ikki at órógva kanningararbeiðið, sum er í gongd í løtuni.

- Vit arbeiða við málinum. Talan er um innbrot í ein handil í nátt. Vónandi kunnu vit fortelja meira í smálutum í morgin, eru boðini frá vaktleiðaranum í dag.

 

placeholder
placeholder