Innanlands

Løgreglan: Álop á føroyskar heimasíður eftir grindadráp

Alt peikar á, at álopini eru frá felagsskapum og persónum, sum eru ímóti grindadrápi

Mynd frá grindini í Sandavági í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Mynd frá grindini í Sandavági í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-22 14:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fráboðanir, sum løgreglan hevur fingið, vísa, at tað í løtuni er stórur vandi fyri telduálopi á Føroyar. Tað er seliga sonevnt DDoS-álop, sum kunnu væntast.

Alt peikar á, at álopini eru frá felagsskapum og persónum, sum eru ímóti grindadrápi.

Hetta sigur løgreglan í tíðindaskrivi í dag. Hetta er ikki fyrstu ferð, hetta kemur fyri, og fyri nøkrum árum síðani varð Portalurin hart raktur eisini.

- Seinastu dagarnar hava tað verið í øllum førum tvey alvorliga sonevnd DDoS-álop móti tveimum føroyskum heimasíðum, sum høvdu við sær, at tær vóru óvirknar eina løtu. Somu persónar eru undir illgruna fyri eisini at hava hakkað eina føroyska heimasíðu, likið innritanarupplýsingar, bæði teldupost og loyniorð, sigur løgreglan.

DDoS eru álop, sum tyngja servarar so mikið, at teir ikki klára trýstið.

Løgreglan heitir á allar fyritøkur og myndugleikar at halda vakið eyga við sínum KT-skipanum næstu tíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder