Leygardagin 29. august, letur upp listaframsýning við listakvinnuni Hansinu Iversen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Framsýningin hevur heiti ‘Impromptu’.
Fernisering verður klokkan 16 tá Hilmar Høgenni heldur røðu. Eisini fer Guðrið Hansdóttir atstanda fyri tónleikinum og okkurt leskandi og lættari ábit verður at fáa.
Hansina Iversen málar litríkar málningar, hon arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta. Hon hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn í Danmark og í Helsinki í Finlandi.
Hansina kemur frá einari listariligari familju. Abbi hennara var William Smith og abbasystir hennara var kenda listakvinnan úr Vági, Ruth Smith.
Hansina er útbúgvin innan list í Íslandi og Finlandi.
Framsýningin hongur uppi fram til 15. september. Opið er mánadag til fríggjadag klokkan 16 til 18 og sunnudag kl. 15 til 19 ella eftir avtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald