Innanlands

Løgmansrøðan til viðgerðar í dag

Umframt umrøðuni av røðu løgmans, skulu eisini limir veljast í Norðurlandaráðið

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-31 08:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Annar tingfundurin í hesi tingsetuni verður settur klokkan 10 fyrrapartin. Á skránni er viðgerð av setanarrøðu løgmans ólavsøkudag.

Umframt at umrøða løgmansrøðuna skulu eisini veljast tveir limir og tveir varalimir í Norðurlandaráðið. Limirnir til Norðurlandaráðið verða valdir á hvørjum ári.

Erling Eidesgaard og Johan Dahl úr ávikavist Tjóðveldi og Sambandsflokkinum vórðu valdir fyri ári síðani. Erling Eidesgaard situr ikki longur í tinginum, eftir at Høgni Hoydal segði landsstýrissessin frá sær fyrr í ár.

Eisini er framløga á skránni fyri tingfundin í dag.

Viðgerðin av løgmansrøðuni verður neyvan liðug í dag. Í fjør tók tað tinginum tveir dagar at koma ígjøgnum viðgerðina av løgmansrøðuni. 

Les eisini: - Sættast ikki við remis - finn støðugt virknar leikir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder