Innanlands

Løgmaður missir undirtøku

Tó eru framvegis yvir 30 prosent av veljarunum, ið ynskja, at Aksel V. Johannesen heldur fram

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-07-25 20:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Veljararnir eru ikki eins nøgdir við løgmann, sum tey hava verið. Spyr.fo hevur spurt hvønn av floksformonnunum tey ynskja sum løgmann, og nú sær sitandi løgmaður út til missa undirtøku, meðan hinir formanninir fyri teir stóru flokkarnar ganga fram.

Ikki tí – tað er enn nógv flest, sum peika á sitandi løgmann, Aksel V. Johannesen.

Upp á spurningin ”Hvør skal vera løgmaður?” svara 30,8 prosent Aksel V. Johannesen, men tað er 2,2 prosentstig færri enn í seinastu kanning fyri fýra vikum síðani. 30,8 prosent er eisini rættiliga nógv meira enn tey 22,6 prosentini, sum siga seg fara at velja flokkin hjá løgmanni.

Les eisini: Samgongan vinnur innaftur á andstøðuna 

Hinvegin er framgongd til allar hinar tríggjar floksformenninar fyri stóru flokkarnar tá spurt verður eftir hvør skal vera løgmaður.

20,2 prosent peika nú á Bárð á Steig Nielsen, formann fyri Sambandsflokkin, 17,9 prosent á Jørgen Niclasen, formann Fólkafloksins, og 12,0 prosent á Høgna Hoydal, formann Tjóðveldis. Talan er um framgongd á ávikavist 0,7, 2,7 og 2,9 prosentstig í mun til seinastu veljarakanningina, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin 30. juni.

Formenninir fyri smærru flokkarnar hava ikki stóra undirtøku í spurninginum um løgmansevnið. 3,1 prosent peika á Poul Michelsen, Framsókn, 1,9 prosent á Jenis av Rana, Miðflokkurin, og 1,4 prosent á Jógvan Skorheim, Sjálvstýri.

12,7 prosent siga seg ynskja onkran annan enn hesar nevndu, meðan 15,4 prosent siga seg ikki vita.

500 fólk vórðu spurd í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi týsdagin.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder