Innanlands

Løgmaður: Í ár mugu vit gera tað øðrvísi enn vit plaga

Útisetar eiga at vera serliga varnir dagarnar áðrenn fráferð, at lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn fráferð, og at vera í heimauppihaldi, til tey eru staðfest negativ á sætta degi

2020-12-14 13:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru bert tíggju dagar til jóla, tíðin har vit koma nógv saman. Hvønn dag eru nógv tiltøk, vit antin skulu til ella kunnu fara til. Serliga um jólini eiga vit at hugsa um okkara næstu og gera tað gott fyri okkara næstu, og hetta er serliga umráðandi í ár.

Tað segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen á tíðindafundi í Kringvarpinum fyri løtu síðani.

– Smittan er aftur í okkara samfelagi. Hon livir og hon breiðir seg her, segði løgmaður, sum vísti á, at tilsamans átta tilburðir eru staðfest um vikuskiftið.

Í Føroyum eru vit væl fyrireikaði og hava tamarhald á støðuna, og tað er ætlanin, at hetta skal halda fram, segði løgmaður, sum í sambandi við jólini kom við einari serligari áheitan til jólagestir, bæði tey, sum longu eru komin, og tey, sum koma heim næstu dagarnar.

Hann heitti á øll um at vera serstakliga varin dagarnar undan fráferð, og síðani eiga tey at lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn fráferð, og at vera í heimauppihaldi, teir fyrstu seks dagarnar, eftir tey eru komin til Føroya.

At vera í heimauppihaldi merkir, at mann ikki fer til arbeiðis, mann fær ikki vitjan mann fer ikki til handils ella ger onnur ørindi. Tó kann mann fara út í egnum bili ella ein túr út í náttúruna, har eingi onnur fólk eru.

Útisetar eiga heldur ikki at vitja avvarðandi á ellis- og røktarheimum, áðrenn tey eru staðfest negativ á sætta degi.

Eisini eiga øll at vísa tilmælunum serligt ans, tá tey keypa inn til jólini, og helst eigur bert ein úr familjuni at fara at keypa inn. Eisini verður mælt til, at mann roynir at spjaða innkeypini útyvir dagin, so mann ikki fer at keypa inn, tá nógv fólk eru, og eigur mann at brúka munnbind.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder