Innanlands

Løgmaður: Fámjinstunnilin kemur - bara ikki enn

Fyrst og fremst Hvalba, Norður um Fjall, Dal og Fámjin. Teir koma allir – men teir koma ikki allir í senn

2018-10-01 14:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tunnilsfløkjan í samgonguni er orsøkin til, at Henrik Old í dag er farin frá sum landsstýrismaður. Fløkjan snýr seg um Fámjinstunnilin ella Dalstunnilin skal gerast fyrst.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í tíðindaskrivi í dag, at hann harmast, at fámjingar mugu bíða nakað enn.

- Eg vóni at fólk í bygdini virða, at tá ið fakligi myndugleikin ger eitt so greitt tilmæli, so mugu vit sum ábyrgdarfullir politikarar taka hetta til eftirtektar, sigur løgmaður.

- Vit skulu hava nógvar tunlar afturat. Fyrst og fremst Hvalba, Norður um Fjall, Dal og Fámjin. Teir koma allir – men teir koma ikki allir í senn.

Í kjakinum um tunlarnar hevur verið sagt, at klárt er at fara í gongd við Fámjinstunnilin í morgin um tað skal vera. Men tað er ikki so, sambært løgmanni.

- Sambært Landsverk skulu 5-600 metrar av arbeiðsvegi gerast, áðrenn borast kann til Fámjins, og av teirri orsøk kann borurin ikki setast í fyrr enn um ársskiftið. Saman við neyðugu vegaføringunum, væntar Landsverk, at tað tekur væl meira enn tað eina árið at gera Famjinstunnilin, sigur Aksel V. Johannesen.

- Samstundis metir Landsverk, at tað kann vera klárt at bora Dalstunnilin tíðliga í komandi ár, sigur løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder