Innanlands

Lógaruppskot skal tryggja fakligu dygdina á viðgerðarstovnunum

Persónar, ið hava tørv á rúsviðgerð á samdøgursstovni, skulu fáa tilboð um ókeypis viðgerð

2019-01-17 13:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot til løgtingslóg um virksemi á stovnunum, ið veita viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnatrupulleikar í Føroyum.

Við lógaruppskotinum verður lagt upp til, at ein viðgerðarstovnur skal søkja um góðkenning fyri at kunna virka, og er tað Heilsutrygd, sum eftir umsókn kann góðkenna ein viðgerðarstovn. Ymsar treytir settar fyri at fáa góðkenning, eitt nú nøktandi hølisviðurskifti og at starvsfólkabólkurin samanlagt skal hava viðkomandi útbúgvingar og royndir við rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð.

Mett verður, at slík krøv kunnu tryggja dygdina á viðgerðartilboðunum, til gagns fyri tey, ið stríðast við misnýtslu av rúsdrekka ella rúsevnum og teirra avvarðandi.

Eisini verður við uppskotinum ásett, at persónar, ið hava tørv á rúsviðgerð á samdøgursstovni, skulu fáa tilboð um ókeypis viðgerð, skrivar Heilus- og innlendismálaráðið.

Samanumtikið er málið við lógaruppskotinum at fáa greiðari regluverk rundan um rúsdrekka- og rúsevnaviðgerðarstovnar. Eingin lóggáva er í dag, sum regulerar virksemið. Tey, ið stríðast við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu hava heldur ikki nakran formligan rætt til at fáa tilboð um viðgerð fyri teirra misnýtslu.

Viðgerðarstovnarnir, sum virka í dag, liva í stóran mun upp til treytirnar, ið verða settar í lógaruppskotinum. Hóast hetta verður mett, at skilabest er við formligum reglum á økinum.

Freistin at senda inn viðmerkingar til lógaruppskotið er fríggjadagin 25. januar 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder