Uttanlands

Löfven kann halda fram sum forsætisráðharri

Nýggj stjórn verður skipað mánadagin – men grundarlagið er skroypiligt

Stefan Löfven smílist eftir at vera valdur til eitt nýtt skeið sum svenskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Stefan Löfven smílist eftir at vera valdur til eitt nýtt skeið sum svenskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2019-01-18 10:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Longsta stjórnarkreppan í svensku søguni er nú av. Á atkvøðugreiðslu í Ríkisdegnum í dag slapp sosialdemokraturin Stefan Löfven undan at fáa ein meiriluta ímóti sær, og sostatt kann hann halda fram sum forsætisráðharri.

Tað eru 131 dagar síðan sviar fóru til val at velja nýggjan Ríkisdag.

Tað eydnaðist Stefan Löfven og samgongufelaganum Miljöpartiet at koma burtur úr naggatódnini í farnu viku við at gera eina avtalu við borgarligu miðflokkarnar Centerpartiet og Liberalerna.

Atkvøðugreiðslan í Ríkisdegnum vísir tó, at hetta verður eitt trupult stjórnarskeið hjá Stefan Löfven. 115 tinglimir atkvøddu ja til Löfven, 153 atkvøddu nei og 77 atkvøddu hvørki.

Um eitt forsætisráðharraevni skal vrakast krevst, at minst 175 atkvøða ímóti viðkomandi. Sostatt kann Stefan Löfven halda fram í sessinum.

Centerpartiet, Liberalerna og Vänsterpartiet lótu vera við at atkvøða, tá Ríkisdagurin á triðja sinni síðan valið í september í fjør royndi at finna ein forsætisráðharra.

Tað er langt millum vinstraflokkin og teir báðar vinstraflokkarnir, sum haðani Stefan Löfven nú skal finna stuðul fyri politikk sín, og tí verður mett, at tað kann gerast trupult fyri forsætisráðharran at finna eina semju millum flokkarnar, og sostatt forða fyri at fáa meiriluta ímóti sær.

Mánadagin fer Stefan Löfven at kunngera nýggju stjórnina við ráðharrum frá Socialdemokraterna og Miljöpartiet.

Áðrenn Stefan Löfven varð góðkendur av Ríkisdegnum gjørdu stuðulsflokkarnir greitt, at teir fóru at halda vakið eyga við nýggju stjórnini.

Av røðarapallinum í Ríkisdegnum endurtók leikarin í vinstraflokkinum, Jonas Sjöstedt, at hann fór at seta fram misálitisuppskot og fella stjórnina, um hon samtykkir eitt nú eina broyting í leigulógini, sum stjórnin hevur lovað borgarligu samstarvsflokkunum.

Leiðarin fyri Centerpartiet, Annie Lööf, hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at ein av mest týðandi orsøkunum fyri at hennara flokkur hevur gjørt avtalu við Stefan Löfven er at halda høgraflokkin Sverigedemokraterna og Vänsterpartiet uttan fyri politiska ávirkan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder