Ein 45 ára gamal maður hevur fingið lívlanga fonsulsrevsing fyri drápið á fyrrverandi japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe í 2022.
Tað var 8. juli 2022, at tann tá 41 ára gamli maðurin skeyt Abe við einum heimagjørdum skotvápni undir einum veljarafundi í býnum Nara í vestara aprti av Japan. Maðurin varð eftirflgjandi handtikin á staðnum.
Tað var ikki óvæntað, at maðurin fór at verða funnin sekur í drápsmálinum. Á fyrsta degi av rættarmálinum játtaði hann seg sekan, og hevur spurningurin sostatt snúð seg um, hvør revsingin fór at verða, skrivar Ritzau.
Í desember boðaðu ákærar frá, at teir ynsktu lívlanga fongsulsrevsing fyri brotsverk hansara, sum tey umrøddu um "ógvuslig" og "uttan fordømi í tíðini eftir krígnum".
Shinzo Abe var forsætisráðharri frá desember 2012 til september 2020 og gjørdist 67 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald