placeholder
Innanlands

Livialdurin longdur munandi

Men stórur munur er millum heimsins lond

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-05-03 11:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Roknað frá lívsbyrjan er livialdurin hjá konufólki í Føroyum nú í miðal 84,7 ár og hjá mannfólki 80,5 ár. Sostatt kann ein kvinna í miðal vænta at liva gott 4 ár longri enn ein maður.

Bæði hjá kvinnum og monnum er livialdurin longdur munandi tey síðstu nógvu árini, skrivar Hagstova Føroya.

Samanbera vit við støðuna í 1985/86, t.v.s. fyri meir enn tríati árum síðani, so er miðal livialdurin hjá kvinnum nú longdur við 5,9 árum og hjá monnum við 8,7 árum. Munurin millum kvinnur og menn í livialdri, sum tá var 7 ár, er í hesum tíðarskeiði minkaður niður í 4,2 ár.

[object Object]

Livialdur frá lívsbyrjan
Livialdurin verður roknaður sum væntaður miðal livialdur, og er tey ár, mannfólk og konufólk í miðal kunnu vænta at liva, roknað út frá tí deyðatíttleika, sum í uppgerðarárinum er fyri fólk í einstøku aldursbólkunum frá nýføddum upp til tey elstu.

[object Object]

Livialdur verður oftast roknaður frá lívsbyrjan, t.v.s. tey ár, ein nýføddur drongur ella nýfødd genta í miðal kunnu vænta at liva. Hetta sæst í myndini omanfyri og eisini í vinstru síðu í talvuni omanfyri.

Eftirverandi livialdur frá 65 árum
Men livialdur kann eisini roknast sum eftirverandi livialdur, t.v.s. tey ár, ein maður ella kvinna í t.d. 50 ella 65 ára aldri í miðal kunnu vænta at hava eftir at liva. Er man komin upp í slíkan aldur, er komið um nógvar vandar, sum kunnu vera í yngri árum. Og tí leggjast nøkur ár aftrat tí livialdri, sum annars er fyri ein nýføddan.

Hetta sæst í myndini niðanfyri og eisini í høgru síðu í talvuni omanfyri. Her síggja vit, at ein 65 ára gamal maður í miðal kann vænta at hava 18,8 liviár eftir. T.v.s. ein væntaður livialdur á 83,8 ár (65+18,8 ár). Tað eru gott 3 ár meir enn væntaði livialdurin fyri ein nýføddan drong, ið er roknaður til 80,5 ár.  

Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna í miðal vænta at hava 22,2 eftirverandi ár. T.v.s. ein væntaður livialduri á 87,2 ár (65+22,2 ár). Tað eru 2½ ár longri enn hjá einari nýføddari gentu, har livialdurin er roknaður til 84,7 ár.

[object Object]

Stórur munur í livialdri millum heimsins lond
Um vit samanbera livialdurin í Føroyum við livialdurin í øðrum heimsins londum, so liggja okkara mannfólk og konufólk ovarliga, serliga konufólkini.

Á myndini niðanfyri sæst miðal livialdurin í 100 av heimsins londum, smb. heimsheilsustovninum WHO. Har eru londini sett upp í raðfylgju frá stytsta til longsta livialdur, roknað fyri bæði kyn.

Hjá mannfólki er longsti livialdurin í Sveits, Japan og Australia við 81,2 – 81,0 árum. So koma Ísland, Kanada og Singapor við 80,9 – 80,8 árum. Síðani Noreg, Svøríki, Føroyar, Italia og New Zealand við 80,6 – 80,5 árum. Danmark kemur á 20. plássi við 79,3 árum.

Stytsti livialdurin hjá mannfólki er í afrikanskum londum sum Sierra Leone, Somalia, og Nigeria við 53-55 árum. Yvirhøvur er stytsti livialdurin í Afrika, men har er munurin ógviliga stórur millum londini, har hann er longstur í Algeria við 75,4 og Tunis við 74,1 árum.

Stytsti livialdurin hjá mannfólki í Europa er í Russlandi við 66,4, næstan 2 ár styttri enn í Norðurkorea.

[object Object]

Hjá konufólki er longsti livialdurin í Japan við 87,1 árum. Síðani í Fraklandi, Spania, Suðurkorea og Sveits við oman fyri 85 árum. Føroysku konufólkini eru á 9. plássið við 84,7 árum, tey íslendsku á 18. plássi við 83,9 árum og tey donsku á 24. plássi við 83,2 árum.

Eisini hjá konufólki er nógv stytsti livialdurin í afrikanskum londum, serliga Sierra Leone, Nigeria og Somalia við 54-57 árum. Eisini hjá konufólki er ógviliga stórur munur í livialdri millum londini í Afrika, har hann er longstur í Tunis við 78,1 ári.

Á myndini niðanfyri sæst væntaði miðal livialdurin frá lívsbyrjan í ymsum heimspørtum. Hesir 6 heimspartarnir eru í trimum flokkum. Afrika er fyri seg við tí stytsta livialdrinum við knappliga 60 árum hjá mannfólki og 63 hjá konufólki.

Síðan eru Asia og Miðeystur rættiliga lík við umleið 71 árum hjá konufólki og 68 árum hjá mannfólki.

Í hinum trimum heimspørtunum, Kyrrahavsøkið (harí eisini eru Australia og New Zealand), Amerika (Norður-, Mið- og Suðuramerika) og Europa er livialdurin á leið tann sami, hægstur hjá konufólki í Europa við 80,8 árum og lægstur hjá mannfólki í Amerika við 73,8 árum.

[object Object]

Í myndini er eisini ein samanbering við støðuna í ár 2000, og vísir hon, at í hesum 16-ára tíðarskeiðinum er livialdurin øktur í øllum heimspørtum, men mest í Afrika, har hann var nógv lægstur frammanundan.

Hesin vøksturin í livialdrinum sæst tó best í myndini niðanfyri. Í Afrika er livialdurin hjá konufólki longdur við 10½ árum og hjá monnum við 10 árum. Eisini er livialdurin øktur munandi í Asia og Europa, nakað minni í Kyrrahavsøkinum og Miðeystri, og minst í Amerika.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder