Mentan

Livandi myndir frá farnari tíð í Vestmanna

Forkunnugar filmssýningar verða seinni í summar

2021-06-15 11:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Leingist tú eftir einari farnari tíð, og hevur tú hugsað um, hvussu summarið var í Vestmanna í 1966?” Soleiðis ljóðar spurningur, sum Vestmanna bygdasavn setir í sambandi við at savnið hevur forkunnuga filmssýning 20. juli

Talan er um ein film við myndum frá Vestmanna, Mykinesi og Havnini, upptiknar í 1966.

Í filminum eru um 20 minuttir við livandi myndum úr Vestmanna, m.a. einum grindadrápi. Harafturat eru einir 10 minuttir við einum føroyskum báti undir vestmannabjørgunum. Eisini eru áleið 10 minuttir frá Mykinesi og eini 5 minuttir frá Ólavssøkuni 1966.

Læknin, Poul G. Andersson, sum var feriuavloysari í Vestmanna á sumri 1966 hevur gjørt upptøkurnar. Talan er um 8mm smalfilmsupptøkur uttan ljóð.

Tað er samstarv millum Vestmanna Bygdarsavn og sonin hjá Poul, listamannin Thomas Andersson, sum ger, at savnið nú kann vísa hesar forvitnisligu upptøkur.

Aftur at filminum eru 35 svarthvítar myndir av Vestmanna og Mykinesi, sum vera vístar á stórskíggja, áðrenn filmurin byrjar.

Tvær sýningar vera av filminum á Miðnámi. Fyrra sýningin er týskvøldið 20. juli kl. 19 og hin seinna sama kvøld klokkan 20.30. Atgongumerki eru at fáa á atgongumerki.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder