Mentan

Livandi bøkur á Býarbókasavninum í kvøld

Í Føroyum búgva fólk úr nógvum ymiskum tjóðum, og í dag hava fólk møguleika at hitta nøkur av teimum á Býarbókasavninum í Havn og fáa eitt prát við tey

(Mynd: Torshavn.fo)

(Mynd: Torshavn.fo)

2021-11-26 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, fríggjadagin 26. november, millum klokkan 17 og 21, fáa fólk høvið at kom til eitt hugnaligt og upplýsandi kaféprát, við eina "livandi bók" á Býarbókasavninum í Havn.

Í Føroyum búgva fólk úr fleiri enn 110 ymiskum tjóðum, og næstan fýra prosent av føroyingum í dag koma úr londum uttan fyri Norðurlond, og í dag hava fólk møguleikan at hitta nøkur av teimum.

– Kom inn í kaféina á bókasavninum og læn eina "livandi bók", og fá eitt prát og innlit í ymiskar lívssøgur, lond og mentanir, skriva fyriskiparar.

Tiltakið er eitt samstarv millum integratiónsøkið hjá Tórshavnar kommunu og Býarbókasavnið í Havn.

– Tað er ókeypis at læna livandi bøkur. Tær kunnu einans "lesast" á staðnum og í avmarkaða tíð. Spyr t.d. hvussu tað er at flyta til Føroyar? Kennir tú teg vælkomnan? Hvat kundi tú hugsað tær, at vit føroyingar gjørdu øðrvísi fyri at taka væl ímóti tilflytarum?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder