Innanlands

Lív sleipaði bát á Havnina

Ein minni bátur steðgaði upp seinnapartin, og bjargingarbáturin Lív kom honum til hjálpar

Rescue Lív (Savnsmynd)

Rescue Lív (Savnsmynd)

2019-07-25 19:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag vóru boð send eftir bjargingarbátinum Lív.

Klokkan var 14.46 seinnapartin, tá MRCC fekk boð um, at ein minni bátur var uppsteðgaður norðanfyri Nólsoyarbygd.

Boð vóru síðani send eftir Lív, sum kom á staðið stutt fyri klokkan hálvgum fýra, og klokkan 16.14 kom Lív á Havnina við bátinum, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder