Innanlands

Lítil áhugi fyri at gerast tíðindaleiðari á KVF

Tað eru fleiri umsøkjarar til leiðarastarvið á mentanardeildini enn á tíðindadeildini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-05-03 16:22 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað eru trý fólk sum hava søkt starvið sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum og fýra sum hava søkt avloysarastarvið sum leiðari á mentanardeildini. Tað sigur Ivan Niclasen fyri Portalinum. 

Hóast talan ikki er um nógvar umsøknir til størvini bæði, sigur Ivan Niclasen at talan einans er um skikkaðar umsøkjarar. 

- Vit høvdu eina drúgva starvsumsókn serliga til tíðindadeildina. Millum annað skuldi persónurin hava drúgvar journalistiskar royndir umframt at hava leiðsluroyndir. Allir umsøkjarir lúka hesi krøvini, sigur Ivan Niclasen í viðmerking. Hann sigur at skjótt verður greitt, hvør verður settur. 

- Tað er ringt at siga. Men um eini tvær til tríggjar vikur, skuldi málið verði avgreitt, sigur stjórin á Kringvarpinum. 

Ivan Niclasen sigur eisini, at talan er um bæði kvinnuligar og mannligar umsøkjarar til bæði størvini. 

Freistin at søkja var 29. apríl kl. 12.00. 

 

placeholder
placeholder