Innanlands

Lítið innihald í valstríðnum

Í kvøld var seinasta formansumfarið og í morgin fyrrapart lata valstøðini upp

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-04 22:32 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Floksformenn halda sjálvir, at tað kann vera trupult at fáa eitt innihaldsríkt valstríð, og valstríðið snýr seg av somu orsøk í lítlan mun um tað, sum føroyska fólkatingsumboðanin í veruleikanum kann gera nakað við. 

Tað segði Uni Holm Johannesen, stjórnmálafrøðingur, tá fólkatingsvalið júst varð skotið í gongd. Hann tosaði um fólkatingsval í størra høpinum enn bara hetta valið, men hann hevur eisini fingið rætt í hesum valinum - tað er greitt eftir at valstríðið er komið at enda við formansumfarinum í kvøld. Tí tað hevur verið ringt at fáa eyga á ítøkiligan politikk.

[object Object]

Fyri ella ímóti "Loysing ella samband" týdningarmest fyri øll 
Hóast tað einans eru tveir flokkar, ið beinleiðis siga seg vilja niður á fólkating at arbeiða fyri størri tjóðskapi fyri Føroyar ella nærri sambandi við ríkisfelagsskapin. Tjóðveldi hevur sagt, at allir pallar, sum flokkurin hevur atgongd til, skulu brúkast til at tala boðskapin hjá flokkinum. Tað vil siga, at flokkurin eisini vil arbeiða fyri tjóðskaparligum málum á fólkatingi. Hinvegin hevur Sambandsflokkurin tala fyri málum um at styrkja og menna ríkisfelagsskapin. 

Hinir báðir stóru flokkarnir - Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin, hava sagt, at kjakið um loysing og samband skal ikki dragast á fólkating. Og hóast Fólkaflokkurin sigur, at hann vil slóða fyri einum felagsskapi ímillum suverenar statir og at heimtaka loftrúmið, minna slagorðini hjá Javnaðarflokkinum um "ítøkilig úrslit" og hjá Fólkaflokkinum um "prakiskan" politikk um hvønn annan. 

Men formansumfarið í kvøld var eitt greitt dømi um, at tað er trupult at fáa eitt "innihaldsríkt valstríð" til fólkatingsvalið, sum Uni Holm Johannesen vísti á, áðrenn fólkatingsvalið fór í gongd. Allir teir stóru flokkarnir løgdu dent á at vísa á, um teir fóru at arbeiða fyri loysing, samband ella um teir als ikki ætlaðu at arbeiða fyri hesum málunum. 

[object Object]Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri (Mynd: Sverri Egholm)

Boðskapurin hjá Sjálvstýri og Framsókn ikki komin greitt ígjøgnum
Lítlu flokkarnir hava ofta trupult við at reka valstríð til fólkatingið, tí tað vísir seg at vera ógvuliga trupult hjá teimum at verða valdir. Miðflokkurin valdi eitt nú ikki at bjóða seg fram á fólkatingsvalinum. 

Hesa ferð hevði Sjálvstýri eina ørvísi valskrá, tá flokkurin í fyrsta formansumfarinum boðaði frá, at flokkurin ikki fór at seta seg í fólkatingssessin, um flokkurin vann hann. Men eftir veljarakanningum at døma, hevur boðskapurin ikki vunnið stóran frama. Flokkurin hevur ligið um 1,5 og 3 prosent í veljarakanningunum. Allar veljarakanningar skulu takast við fyrivarni, men tað tykist ikki gjørligt at røkka fólkatingssessi, tá so langt er á mál frá veljarakanningunum. 

Framsókn hevur eisini verið lítið sjónligt í valstríðnum. Flokkurin var tann einasti, ið ikki skipaði fyri tíðindafundi í sambandi við at valskráin skuldi kunngerast. Flokkurin er farin á val við boðskapi um, at Føroyar skulu vinna sær størri uttanríkispolitiskar heimildir, men tá aðrir flokkar hava havt sama boðskap, er ikki lætt hjá lítla flokkinum at verða hoyrdur. 

Sofaveljarin avgerð valið 
Um hugt verður eftir veljarakanningum hetta valstríðið, hava Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin ligið til at vinna sessirnar í næstan øllum veljarakanningum. Sambandsflokkurin hevur ligið rættiliga greitt á odda, meðan Javnaðarflokkurin hevur havt minni frástøðu til Tjóðveldi og Fólkaflokkin. 

Men í veljarakanning í dag, sum Spyr.fo hevði gjørt fyri Portalin í dag var úrslitið, at Sjúrður Skaale og Jørgen Niclasen vunnu fólkatingsumboðanina. Hinvegin var ógvuliga lítil munur ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, meðan Tjóðveldi var nakað aftanfyri hinar flokkarnar. 

Les eisini: Sjúrður og Jørgen standa til at vinna fólkatingssessirnar

[object Object]Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Bárður á Steig Nielsen í miðjuni, formaður í Sambandsflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Hinvegin vísti valið í 2015, at veljarakanningar skulu takast við fyrivarni - serliga til fólkatingsvalið. Veljarakanningin hjá Spyr.fo vísti, at 31,5 prosent fóru ikki á val. Um Ein brøkpartur og hesum veljarum kortini fara á val, kann tað broyta valúrslitið munandi. 

Sí myndir frá seinasta formansumfarinum fyri fólkatingsvalið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder