Mentan

Listin í Hæddini

Listaframsýning letur upp í Saltangará í morgin í sambandi við mentanarvikuna

2023-04-26 16:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu letur ein fjølbroytt listaframsýning upp í Hæddini á Heiðavegi 19 í Saltangará í morgin.

Fernisering verður hósdagin kl 17. Jógvan D. Hansen setir framsýningina og Lyon Hansen spælir nøkur løg.

Listafólkini, ið sýna fram, eru Eyðun av Reyni, Øssur Jóhannesen, Guðrið Poulsen, Kári Svensson, Beinta Dánialsdóttir og Vónbjørt Vang.

Stutt um listafólkini

Eyðun av Reyni, f. 1951, hevur ein ávísan spontanan naivstiskan stíl við sínum litvøkru náttúrumyndum. Hann varð útbúgvin á Danish Academy of Arts í 1979. Eyðum hevur havt eina røð av sýningum, bæði í Føroyum og eisini uttanlands.

Øssur Jóhannesen, f. 1970, er glyvramaður búsitandi í Keypmannahavn. Hansara list fevnir um alt frá myndlist, tónleik og komponering. Myndirnar hjá Øssur variera frá ekspressiónistiskum úttrykki til skapandi náttúrumyndir. Longu sum ungur hevði Øssur sjálvstøðuga myndlistaframsýning í Listasavninum í 90’unum. Og hevur síðani havt nógvar framsýningar bæði í Føroym og uttanlands.

Gurðið Poulsen, f. 1961, er keramikari og fæst við leir á sín heilt serliga hátt. Bæði tá ið tað snýr seg um at evna ymiskt úr leiri, men eisini hvussu hon glaserar lutirnar. Ein veit tá ein hevur ein Gurðið Poulsen kopp. Gurðið er við til at prýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Hon fekk herfyri handað Heiðursgávu Landsins.

Kári Svensson, f.1954, er frá Havn. Hann hevur ein stíl innan fyri tað abstrakta ekspressiónistiska spektrið við teimum eyðkendu litunum. Kári hevur málað síðani hann var ungur, og hevur verið við á ólavsøkuframsýningini í 1978. Hann hevur sýnt myndir fram bæði í Føroyum og uttanlands.

Beinta Dánialsdóttir, f. 1978, arbeiðir við myndlist. Gekk á listaháskúla í Danmark í 1998, har hon hevði grafik og leir á linju. Hennara stílur innan myndlistina fevnir einamest um koloristiskar og hálvabstraktar myndir. Beinta hevur havt nakrar framsýningar gjøgnum árini, og hevur myndprýtt Føroya Tele bygningini í Runavík við glærlist.

Vónbjørt Vang, f. 1974, er úr Syðrugøtu, ger spennandi pappírskollasjur burtur úr burturbeindum bókasavnstilfari, gomlum bókum og tíðarritum. Sum bókavørður og rithøvundur hevur hon eitt serligt tilknýti til pappír og bøkur. Gjøgnum kollasjulistina kannar hon, hvussu fortíðarinnar visuellu og semantisku samleikar kunnu fáa nýggjar týdningar, tá teir verða settir í nýggjar samanhangir. Vónbjørt er útbúgvin bachelor í listaligum arbeiði frá Setrinum. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder