Innanlands

Listi Á: Nýggjur listi í Fuglafirði

“Trívist borgarin, trívist kommunan”, er niðurlagið hjá Lista Á – Á listanum eru fimm kvinnur og seks menn, harav borgarstjórin og formaðurin í Mentanarnevndini

2020-10-21 08:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

11 valevni eru komin saman um at seta á stovn nýggjan lista til kommunuvalið í Fuglafirði 10. november.

Talan er um fimm kvinnur og seks menn. Tveir av monnunum eru núverandi býraðslimir, ávíkavíst borgarstjórin og formaðurin í Mentamálanevndini, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Listi Á hevur tríggjar yvirskriftir, har øll stevnuskráin verður arbeitt útfrá. Hesar yvirskriftir eru: Trivnaður, umhvørvið og samstarv.

– Listi Á vil tryggja, at tað er borgarin, sum er í miðdeplinum, tá kósin verður sett fyri tey komandi fýra árini. Listi Á setur til eina og hvørja tíð borgarin í fremstu røð. Listi Á heldur tað vera umráðandi, at kommunan heldur áfram við at fremja góðan trivna og skapa karmar fyri tey, sum búgva og virka í kommununi. Harumframt til tey, ið ynskja at seta búgv í okkara kommunu.

– Umhvørvið, bæði í mun til burðardygd og í mun til tað estetiska, skal setast á breddan, so Fuglafjørður kann gerast ein fyrimyndarlig kommuna á tí økinum. Har afturat er tað av avgerðandi týdningi fyri Lista Á at fáa í lag álítandi samstørv millum kommunu og vinnu, millum kommunumørk, millum kommunu og land, og ikki minst millum kommunu og borgaran, tí hetta er umráðandi fyri tryggleika borgarans og trivnaðin í kommununi.

“Trívist borgarin, trívist kommunan”, er niðurlagið hjá Lista Á.

Tey sum umboða Lista Á eru:

  • Gudny Vang
  • Ólavur Larsen
  • Lillian Jacobsen
  • Sonni á Horni
  • Bergtóra Cederiusdóttir
  • Sæbjørn Leiti
  • Niels Midjord
  • Rebekka P. Zelander
  • Thordur Egholm
  • Anna H. Abrahamsen
  • Jóhan Petersen
placeholder
placeholder