Mentan

Listasavn Føroya letur upp aftur 8. februar

Savnið hevur verið stongt vegna umvæling, men nú er listin komin upp aftur at hanga í føstu framsýningini

(Mynd: Listasavn Føroya / Søs Uldall-Ekman)

(Mynd: Listasavn Føroya / Søs Uldall-Ekman)

2022-02-04 12:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin 8. februar letur Listasavnið upp aftur við nýggjum serframsýningum.

Savnið hevur verið stongt vegna umvæling, men nú er listin komin upp aftur at hanga í føstu framsýningini.

Eisini lata tvær nýggjar serframsýningar upp í vikuni.

Listasavnið fekk eina stórsligna gávu við átta málningum eftir Sámal Joensen-Mikines frá einum privatum eigara í Danmark stutt fyri jól.

Teir átta málningarnir kunnu nú upplivast saman í einum rúmi fyri seg. Málningarnir kunnu síggjast frá 8. februar. 

Fríggjadagin 11. februar kl. 16-18 letur nýggja serframsýningin Landslagið í broyting upp.

Fernisering við røðum og tónleiki verður á skránni og savnið bjóðar ábit.

Framsýningin varpar ljós á broytingar bæði í náttúruni og listini og kannar, á hvønn hátt samtíðarlistin endurspeglar broytingarnar í føroyska samfelagnum og náttúruni.

Barnafamiljur eru vælkomnar at seta seg við barnaborðini í forhøllini at loysa ymiskar kreativar uppgávur.

Tað er ókeypis at vitja forhøllina og børn og ung undir 20 ár sleppa ókeypis inn á savnið.

Listasavn Føroya er opið týsdag til sunnudag kl. 13-16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder