Mentan

Listafólk fara at húsast í Tórsgøtu

Í gjár varð leigusáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar Grafiska Verkstað og Tórshavnar kommunu – Listafólkini fara at leiga trý høli í gamla kommunuskúlanum í Tórsgøtu

Jóna Rasmussen frá Tórshavnar Grafiska Verkstaði, Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Jóna Rasmussen frá Tórshavnar Grafiska Verkstaði, Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-12-19 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð leigusáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar Grafiska Verkstað og Tórshavnar kommunu, nú trý høli í gamla kommunuskúlanum í Tórsgøtu 52 eru leigað út til virksemið hjá listafólkunum.

Tórsgøta er mentanargøta, og her fara listafólkini at arbeiða við grafisku listini. Hølini, sum listafólkini fara at húsast í, eru 143 fermetrar til støddar. Leigusáttmálin er galdandi fram til árslok 2025, skrivar Tórshavnar kommuna.

Avtalan millum kommununa og grafiska verkstaðið ber eisini við sær, at listafólkini fáa brúksrætt til listagrafiska útgerð hjá Kvøldskúlanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder