Innanlands

Lisbeth Solmunde Michelsen 75 ár

-

2025-09-02 09:13 Author image
Innsent
placeholder

Í dag, týsdagin 2. september 2025, verður føroyski presturin í Danmark, Lisbeth Solmunde Michelsen 75 ár.

Lisbeth vaks upp í Klaksvík, og fór í 1968 til Danmarkar at lesa, fyrst á Rønde Studenterkursus og síðani á Aarhus universiteti.

Lisbeth Helene Solmunde Michelsen hevur gjørt prestatænastu í Hasle kirke í Aarhus, Frederiksborg Slotskirke, Nørre Herlev kirke og Vodskov kirke, og síðan 2015 hevur hon verið ‘Con Amor’-prestur – sjálvboðin prestur fyri føroyingar í Danmark.

Øll hesi árini hevur hon hildið gudstænastur og framt kirkjuligar tænastur fyri føroyingar, uttan embæti og løn.

Hon er harumframt fyrilestrarhaldari, ferðaleiðari, undirvísari og virkin í altjóða hjálpararbeiði. Gjøgnum árini hevur hon hildið umleið túsund fyrilestrar í Danmark um Føroyar undir heitinum “De magiske øer - mit land Færøerne”.

Í farnu viku skipaði Lisbeth fyri lestrarferð til Føroyar fyri at greiða frá um føroyska fólkakirkjuna og geva innlit í føroyskt kirkjulív fyri 20 prestum undir Varde provsti.

Seinastu árini hevur hon verið fyribils settur sóknarprestur í fleiri kirkjum í Norðurjútlandi, teirra millum Aalborg dómkirkju, Budolfi kirke, Vor Frue kirke, Margrethekirke og kirkjunum í Hasseris, Hals, Hou, Saltum, Alstrup, Hune og Ingstrup. Í 25 ár hevur Lisbeth eisini undirvíst í Nýggja Testamenti og dogmatikki á Teologisk Voksenundervisning, Aalborg Stift.

Hon skrivaði kandidatspesialið í 1977 við heitinum “Provst Jacob Dahls indsats for det færøske bibel- og kirkesprog” sum var týtt til føroyskt og prentað í ritinum “Fra Færøerne, - úr Føroyum” 1980.

Hon hevur verið deildarleiðari á guðfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya og lærari á Føroya Læraraskúla 1980 - 1983.

Hevur harumframt í 40 ár týtt røðurnar hjá Margrethu drotningtil føroyskt, og undirvíst og vegleitt Drotningina, tá ferðin gekk til Føroyar.

Dóttir Lisbeth er Christina Solmunde Michelsen, sum er prestur í Paris og samstundis undirvísir í føroyskum á Sorbonne universitetinum, sum tann fyrsta nakrantíð í søguna hjá universitetinum. 

Hon eigur eisini tveir synir, Jakob Solmunde og Christian Solmunde Michelsen. Jakob Solmunde er stjóri í Erhvervsstyrelsen og hevur arbeitt í ES í Bruxelles. Christian Solmunde Michelsen hevur arbeitt hjá Maersk, og er nú stjóri í Exodraft.

Maður Lisbeth, Carsten Michelsen, dómari, arbeiddi í Landsstýrinum eitt skifti og var ákærari hjá føroysku løgregluni árini 1980 til 1983.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder