
Tað var á regluligum Lions-fundi um dagarnar, at Alzheimerfelagið, sum stuðlar og hjálpir bæði minnisveikum og avvarðandi, umframt at upplýsa og kunna um minnissjúku, fekk handaða eina stóra pengaupphædd upp á 70.000 krónur.
– Hetta eru pengar, vit hava fingið til vega við stórsteypadystum í bæði hondbólti og fótbólti, har allur ágóðin fer til eitt vælgerandi endamál, sum hesaferð var Alzheimerfelagið, sigur Karl Eli Sigvardsen, forseti í Lions Tórshavn, ið handaði pengarnar.
– Stórsteypadystirnir hava nú í mong ár verið samstarv millum Lions og ávikavist Hondbólts- og Fótbóltssambandið, sum hvør í sínum lagi skapa karmarnar, so vit kunnu fáa pengar til vega, ið kunnu koma væl við og gera mun onkrastaðni, har tørvur er á tí.
Ynskja fleiri sjálvboðin
Á Lions-fundinum takkaði Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, hjartaliga fyri stuðulin, samstundis sum hon greiddi frá virkseminum og hvørjum tey arbeiða við.
– Nógv tíð fer til ráðgeving, tí so stórur tørvur er á tí, umframt bólkar fyri avvarðandi og annað. Men nú vit hava fingið hesa stórfingnu gávuna, kunnu vit fara undir okkurt, ið vit ikki hava havt so stóra tíð og orku til áðrenn, sigur hon.
– Leingi hava vit droymt um at fingið fleiri sjálvboðin inn á demensøkið, men tað er eitt arbeiði, ið má skipast og leiðast væl. Her hugsi eg serliga um eina vitjanartænastu við demensvinum. Tað er tó ikki so einfalt, og skalt tú vera vitjanarvinur á demensøkinum, mást tú eisini ‟latast í” til tað.
Mugu byrja onkrastaðni
Naina Túgvustein heldur, at tær 70.000 krónurnar frá Lions kunnu hjálpa Alzheimerfelagnum at seta hesa tænastuna í gongd, tí hon er so nógv øðrvísi enn vanligar vitjanartænastur, at neyðugt er at geva vitjunarvinunum neyðugu førleikarnar og eitt netverk at stuðla seg til.
– Í øðrum førum er tað ofta samskiftið, sum er tað berandi í vitjanartænastuni, men her er neyðugt at duga at vera saman upp á ein annan mátan, har tað kanska snýr seg meira um at vera sum um sansir enn samskifti, sigur forkvinnan í Alzheimerfelagnum.
– Henda tilgongdin má byrja onkrastaðni, og tað kundi til dømis verið í samstarvi við eitt nú Reyða Kross, sum longu hevur sína vitjunartænastu. Eg kundi hugsað mær, at kundi verið eitt natúrligt stað hjá okkum at byrja, so vit kunnu uppbyggja tænastuna við demensvinum og gera tað rætt frá byrjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald