Innanlands

Lions letur 50.000 krónur til Ólavur VN 138

Gamli postbáturin skal koma til heiður og æru aftur og eftir ætlan sigla aftur næsta ár

50.000 krónur vórðu latnar Sámal Jákupi Olsen herfyri

50.000 krónur vórðu latnar Sámal Jákupi Olsen herfyri

2025-05-07 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ólavur VN 138 var báturin, sum heilt fram til trýssini, bant oyggjarnar saman við rutusigling um Vestmannasund. Eisini er hann kendur sum ein "postbátur" - Ólavur tók sær av post- og farmaflutningi.

- Ikki so fá av teimum tilkomnu munnu minnast til túrar við Ólavi,. Eftir at meira nútímans skip komu á leiðina um Vestmannasund, helt Ólavur fram við øðrum flutningi, millum annað í sambandi við bæði el- og telefonveiting millum oyggjarnar.

Soleiðis skrivar Lions Club Tórshavn í nýggjum skrivi.

Hetta er í sambandi við, at felagsskapurin hevur latið stuðul til eitt av søguligastu træskipum í Føroyu. Talan er um 50.000 krónur

Um skipið stendur skrivað, at tað varð smíðað úr eik og furu á Vestmanna skipasmiðju í 1930. Tað var 38 føtur langur og góð 14 tons. Upprunaligu tekningarnar eru enn til varðveitslu.

Í illveðri í 2020 sakk skipið, meðan tað lá við bryggju, men tað varð tikið uppaftur og sostatt bjargað. Greitt var tó, at her var tørvur á meira enn bert umvælingum, so nú verður farið undir eina umfatandi endurbygging, so Ólavur VN 138 aftur kann koma til heiður og æru.

Siglingarklárur næsta ár
Fyri einum góðum ári síðani settu Vestmanna og Kvívíkar kommunur, Hiddenfjord og Bátastevnan í Vestmanna í felag ‟Grunnin Ólavur VN 138” á stovn fyri at varðveita Ólav, so motorbáturin aftur kann brúkast. Ætlandi skal hann ongantíð vera óvirkin í longri enn tríggjar mánaðir.

. Ein fyritreyt fyri, at Ólavur VN 138 framhaldandi kann verða varðveittur, er eitt gott og trygt pláss at liggja á, gjarna við eina flótibrúgv. Ætlanin er, at hann verður siglingarklárur næsta ár, og síðani verður skipað fyri einum serligum tiltaki á 100 ára degnum hjá bátinum í 2030.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder